Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Tónleikur

Eg minnist, tá vit í Kvørnini fingu fyrsta lagið hjá honum, kundi eg hóma eitt íslett av andaligheit, men nú havi eg veruliga varhugan av, at hann júst hevur funnið tað, hann vil við sínum tónleiki.

Ongin ivi er um, at hann gjarna vil hava sín boðskap um Jesus út til fólkið, og er hansara seinasta útspæl “Jesus Kærleikskongur” eitt boð um tað sama.

Onkuntíð havi eg havt eitt sindur ímóti so sterkum boðskapi í tónleikahøpi, tí ofta hevur slíkur tekstur tikið nakað av tónleikaligu góðskuni, men, sum eg havi ført fram fyrr, hevur Benjamin allar tær dygdirnar til slíkt, tí hann hevur eina sera klára, sterka rødd, sum fær meg at steðga og lurta.

Hetta skal ikki skilja meg frá tí boðskapurin snýr seg um, men eg vil gjarna hava nakað á einum støði, har eg verði tikin við á eina slíka ferð!

Tað er ongin ivi um hvat Benjamin vil siga okkum, men eg fái hesa góðu kensluna av dugnaskapi og at hann vil hava hetta á eitt tónleikaligt støði, har vit ikki bara fáa føði til sálina, men at tónleikaliga upplivingin skal fara upp í eina hægri eind.

Í hesum hevur hann gjørt eitt sera rætt val at fáa Kristoffer Mørkøre á banan, tí eg hoyri hesa samanrenningina til eitt samlað úrslit, sum stendur sterkt og trygt!

Sum nevnt, er teksturin ein hálovan til sín frelsara, men her er eisini eitt gott sterkt tónleikaligt úslit, sum fær meg at steðga á!

Eisini innan andaliga tónleikin er ein sera sjálvkritisk og sterk gongd tann rætta vegin, og eri eg sera spentur at fylgja Benjamin á hesi leiðini!

Jesus Kæleikskongur
Orð og lag: Benjamin Rajani, Pætur Larsen, Ari Seward
Upptøka, ljóðblanding, framleiðsla og mastering er gjørd í Kris-Stuff Studio av Kristoffer Mørkøre
Trummur: Tórður Dam Jacobsen
Øll onnur ljóðføri: Kristoffer Mørkøre
Video upptøka: Erla Rajani Ziskasen
Grafikkur: Villiam Soo Joensen

Fríðálvur A. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo