Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vágatíðindi

Haldi tað hevði sømt seg betur, at áðrenn tú spurdi undirritaða og Javnaðarflokkin, so hevði tað verið meíra áhugavert, at tú hinvegin hevði spurt fyrrverandi formann Sambandsfloksins fyrst.

Hví hann ikki kundi semjast við Fólkaflokkin, um at gera eina samtykt íð staðfesti, at tá Vágatunnilin varð útgoldin, skuldi tað vera ókeypis at koyra ígjøgnum tunnilin.

Men, men, líkasum við fiskivinnu- og pensiónsskipanini og stríði ímillum Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, um stovnsfæið úr landskassanum til tunnilin, so vóru ósemjurnar sum ein kavabóltur bara rullaðar frameftir, soleiðis at tá íð tann samgongan legði frá sær, var støðan 0-0 millum Sambandsflokkin og Fólkaflokkin.

Sostatt hava hesir báðir flokkar ábyrgdina av, at støðan er sum hon er í dag.

Sorry Marjus.

Frank Davidsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo