Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Vágatíðindi

Teir vóru fyrstir at framleiða stór smolt og hava víst øðrum á gongdu leiðina ímóti lúsabardaganum.

Atli Gregersen fegnast um góðu úrslitini í viðtali við norska miðilin Kyst.no.

Royndirnar við stórum smoltum byrjaðu í 2010, og í fjør framleiddi Hiddenfjord 2,8 mió smolt har miðalvektin var 300 gram. Í 2015 var hon størri, tá var hon útivið 400 gram.

Málið er at smoltið skal hava eina miðalvekt uppá 500 gram áðrenn tað verður sett út.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo