Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Hagstovan: Avreiðingarnar tilsamans av botnfiski eru áleið tær somu fyrstu 7 mánaðirnar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Fyri einstøku fiskasløgini av týdningi eru smærri broytingar.  Nakað tað sama er avreitt av hýsu, 7% minni av toski, meðan nøgdin av upsa er vaksin góð 2 túsund tons ella  16%.

Av øðrum botnfiski kann nevnast, at nøgdin av kongafiski er vaksin munandi í ár – úr góðum 500 tonsum upp í smá 1400 tons – ein vøkstur á 138% í ár í mun til í fjør. Av flatfiski er nøgdin tilsamans minkað 19%, og er tað svartkalvin, sum er minkaður ein fjórðing í mun til í fjør.

Avreiðingarvirðið er tilsamans eitt vet lakari enn í fjør. Sjálvt um nakað væl meira er avreitt av upsa í ár, er virðið minkað 11%, samanborið við í fjør.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo