Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Framsýningar

Kristi Himmalsfarardagur, hósdagin 10. mai, klokkan 15.00, letur Hildigunn Tausen upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Málningarnir eru sprotnir út frá lit- og ljósspælinum í náttúruni, hugflogið og kenslum her og nú. Endamálið við málningunum, er at geva hyggjarinum eina góða kenslu og uppliving við rúm til hugflogið.

Umframt sínar náttúrumálningar, málar Hildigunn eisini kvinnumálningarnar, við heitinum: “Eg seti mín hat sum eg vil” og sínar vælumtóktu fuglar.

Meira kunning um Hildigunn kann finnast á heimasíðuni hildigunnt.dk

Listaframsýningin er opin soleiðis:
Hósdagin 10. mai: Frá 15.00 – 19.00
Fríggjardagin 11. mai og leygardagin 12. mai: Frá 10.00 – 19.00
Sunnudagin 13. mai: Frá 15.00 – 19.00
Mánadagin 14. mai og týsdagin 15 mai: Frá 10.00 – 19.00     
Mikudagin 16. mai: Frá 10.00 – 13.00

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo