Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Minningarorð

F. 23.06.1961 D.12.09.2019

Hilmar kom eg at kenna tá eg fór mín fyrsta túr við "Jónrit" sum skipari á sumri 2007. Hilmar var maskimeistari og hevði verið við har í nógv Harrans ár.

Eitt ein beit merki í beinanvegin var at Hilmar var ein fyrikomandi og fittligur maður.

Sum tíðin leið sást skilliga at Hilmar var ikki hvør sum helst tá tað kom til maskinaríðir, har hevði hann eina holla vitan og var sera røkin.

Eg tori at pástanda at umborð har var ikki ein møtrikkur sum Hilmar ikki kendi.

Hilmar hevði eini serstøk evni at fáa alt at rigga um trupulleikar stungu seg upp, hendurnar vóru rætt uppáskrúvaður til allar handa uppgávur.

Tað gav at bíta tá nýggi sjálvstýrarin ikki fekst at rigga hvørki so ella so.

Tá sat Hilmar og funderaði yvir okkurt, tað sá eg, so knappliga letur í honum, man tað ikki rigga og aftur á bátadekkið við ferð, kemur aftur við fjarstýringini til mob bátin, fær sær skrúvubløð og so innundir pultin.

Har knúlvaðist hann so eina rúma stund, so rættir hann mær fjarstýrarin og sigur royn nú og slá til, so dekan í fari riggaði, so nú kundi vit stýra manuelt utta at vinda róðrið borð úr borði meðan vit bíðaðu at fáa nýggjan sjálvstýrara, jú miksari var og væl bar til.

Mangt er at minnast til við hasum sjálvstýrarinum, vit skuldu hava ein nýggjan, hann var komin út á plattformin, men ikki var hugsingur um at seta mob bátin út vegna veður.

So ein dag var ein skái og vit mettu um til mundi bera tá, tí gjørdu vit tað ikki nú so aftur at bíða í dagavís.

Vit hildu so avstað eg og Hilmar báðir, jú vit koma undir plattformin, teir lora eina tasku við sjálvstýrarinum í við enum krana sum lyftir hundraðir av tonsum, fái fatur í honum og taki hann úr taskuni fyri teir skuldu fáa hana aftur, skal so krøkja í men onkursvegna havi eg krøkt troyggjermuna uppá eisini.

So eg fór við ferð uppeftir, har var eitt at gera eg rykti í troyggjuna so hon skrædnaði og skramblaði niður í bátin.

Vendi mær við og síggi Hilmar í skellilátri.

So stuttliga sjón hevði hann ikki sæð segði hann, bleiv ikki niðurlagt tann túrin.

Hilmar gjørdi síni ting uttan nakað sum helst hóvasták, mangan hann nevndi okkurt sum hann vildi gera, og tá ein sjávur so mintist á hetta aftur kundi ein spyrja hvussu var við hasum?

Jú hatta var orna fyri eini viku síðani, soleiðis var hann, einki hóvasták.

Tað vóru 5 sera góð ár umborð á "Jónrit" ein tann besta tíð eg havi havt á sjónum, sera gott samanhald har allir hjálptust at, gott at minnast afturá at øvugt orð varð aldrin tala.

Hilmarsa partur lá ongantíð eftir, og har hann hevði verið var als ikki neyðugt at fara afturumaftur.

Hóast okkara vegir skiltust tá Niels Jacob Nielsen valdi at selja "Jónrit" hildu vit sambandið viðlíka allatíðina og tosaði eg seinast við hann t. 19 Aug.

Tá eg spurdi hvussu gekst segði hann at hann orkaði líti og einki, men legði samstundis afturat at móti mátti ein ikki missa.

Men tíverri tók sjúkan yvirhond. Hilmar var tikin úr hesum heimi alt alt ov tíðliga.

Eg eri sera fegin og takksamur at eg kom at kenna Hilmar og fekk har ein góðan vin.

Ikki minst takksamur fyri árini vit sigldu saman, ein ógloymandi tíð sum eg bert havi góð minnir frá.

Til tykkum ið eftir sita skal mítt ynski vera at Hann ið øllum valdar gevur tykkum kraft og styrki at koma víðari í lívinum.

Hvíl í friði fragi vinur

Umborð á "Storm West" í Norðsjónum

Eyðfinn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo