Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

-   Tað kann tykjast fløkjasligt, tá tú flytur av landinum í lestrarørindum. Hvussu gert tú við SU, NemID, CPR nr., banka- og tryggingaviðurskifti? Um tú ert ein av teimum, ið situr inni við hesum, ella øðrum spurningum, er tað akkurát tær, vit skulu hava fatur á, sigur Hanus Samró, stjóri og eigari av Ó.

Ó skipar saman við BankNordik fyri tiltakinum “Hjálp, eg skal uttanlands at lesa”, ið verður í Spaniastovu í kvøld kl.19.00 og í BankNordik høvuðssætinum hóskvøldið 2. august kl. 19.00.

-       Vit hava fingið umboð fyri Studna, Trygd, BankNordik og Føroya Ráðgevingina at greiða frá, hvussu tú skal gera við SU, NemId og Cpr nr v.m. Harafturat fara lesandi úr Aalborg, Aarhus, Keypmannahavn, Onglandi, Póllandi og Íslandi at greiða frá, hvussu tú skal gera, tá tú flytur av landinum í lestrarørindum.

 

Les meir um tiltakið her: http://bit.ly/2ObSAYH

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo