Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Felagsskapurin Hjálp til forfylgd kristin og onnur í Miðeystri er sprottin út frá teim ræðuleikum ið vit hvønn dag síggja og hoyra í fjølmiðlunum og á netinum í samband við kreppuna í Miðeystri, har ISIS hevur vunnið sær landaøki í Sýria og Irak.

Í kjalarvørrinum fylgja nógvir ræðuleikar, ISIS hevur fyri hvønn bý, ella bygd teir taka eina málrættaða ætlan, teir drepa og neyðtaka har teir koma framat og taka serliga kristnar og yasidiskar gentur og kvinnur sum sextrælir sum teir so víðari selja til aðrar menn, hesar kvinnur liva undir ómenniskjaligum korum.

Fyri tíð síðani tóku Steve Mamman, kendur undir heitinum, ”tann jødiski Schindler” og Canon Andrew White, ið er kendur sum, ”seinasti presturin í Baghdad” stig til at bjarga so nógvum av hesum kvinnum og børnum sum gjørligt.

Vit vita at ISIS dokumentera nógv av tí ið teir gera, so vit eru øll full vitandi um ta ræðuligu støðu hesi fólk liva undir.

Tað er í hesum sambandi at facebook felagsskapurin Hjálp til forfylgd kristin og onnur í Miðeystri er stovnaður av kvinnum, fyri at vit í Føroyum eisini kunnu verða við til at okkara Iraksku og Sýrisku “systrar” kunnu verða leyskeyptar úr trældómi.

Felagsskapurin hevur higartil leyskeypt 130 kristnar og yazidiskar kvinnur og gentur, fleiri teirra eru við barn, ella hava fingið børn ímeðan tær hava verið trælir hjá ISIS, ella teim monnum teir hava selt kvinnurnar til.

Enn eru tað umleið 3000 kristnar og yazidiskar kvinnur og gentur sum eru fangar hjá ISIS og sum felagsskapurin arbeiðir við at leyskeypa, hvør genta kostar millum Kr. 7-10.000 at leyskeypa.

Tá hesar eru leyskeyptar, verður tikið hond um tær av læknum,  bæði likamliga og sálarliga. Tvær læknamiðstøðir eru settar á stovn soleiðis, at tær kunnu fáa tí neyðturviligu hjálpina. Nú vísir tað seg, at eisini er tørvur av einum barnaheimið til tey børn ið eru fødd í hesum ræðuleika.

Felagsskapurin veitur mat, læknahjálp, heilsurøkt, undirvísing,  uppihald og aðra hjálp til kvinnur, gentur og børn, har tey eiga onga familjuni eftir, ella har familjan ikki er at finna,  tí tey eru dripin ella flýdd.

Í hesum átakinum hava ungar føroyskar gentur í aldrinum 11-13 ár tekna ymisk kort, sum eru farin út í hvørt heim í Føroyum fyri uml. einum mánaði síðani, hetta er eitt kort við Ælaboganum á sum vørumerki, har upplýst er hvussu ein kann stuðla tiltakinum.

Eisini hava hesar gentur mála litríkar bússur sum verða at síggja runt um í landinum á almennum støðum, so fólk fáa møguleika at stuðla á henda hátt. Tað sum kemur í bússurnar fer eisini óskert til átakið.

Tað er við takksemi, at vit kunnu upplýsa, at við hjálp úr Føroyum, eru fleiri av hesum trælunum og børn teirra leyskeypt og vónandi kunnu vit verða við til at bjarga enn fleiri.

Møguleiki er at stuðla tiltakinum.

Peningurin fer óskerdur til átakið, at fríða kvinnur, gentur og børn, sum ISIS hevur selt sum sextrælir.

Sum stovnarin Canon Andrew White segði í føroyskum fjølmiðli fyri kortum, “pray for peace and pay for peace”

Meiri fæst at vita um felagsskapin við at fara inn á heimasíðuna http://frrme.org/ og á Facebook-bólkinum, sum eitur, Hjálp til forfylgd kristin og onnur í Miðeystri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo