Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Hvørki fyri harðskap í hjúnarlagnum ella barnapíning, men hjúnarbandslógin skal reinsast fyri samkynd.

Hetta var boðskapurin frá formanni Miðfloksins, Jenisi av Rana, aftaná valið, og inngangur hansara til samgongusamráðingarnar.

Hjúnalag millum samkynd er ein spilt vøra ella ein rotin vøra, nakað soleiðis orðaði hann seg.

Henda hatursatsókn var nevnd fleiri ferðir í almenna rúminum. 

Eisini nevndi hann, at tað vóru nógvir hættir at fremja slíkt.

Tigast kann ikki við afturvirkandi megi, og eingin umbering er komin frá atsóknarmanninum fyri niðrandi og hóttandi talu.

Eftir mínum tykki er hetta ókristilig herferð og  beinleiðis brot á §266b, har sagt verður, at hóttandi,háðandi ella niðrandi umrøða vegna kynsliga orientering er revsiverd.

Nú er eitt høvi at royna §266b í Føroya Rætti.

Tá hugsað verður um atburðarlag Miðfloksins í spurninginum um LGBT-fólk sum heild, og reinsing av hjúnarbandslógini er nýggja hatursherferðin, so er ikki langt til, at svarta samgongan fer at strika §266b í revsilógini.

So verið á varðhaldi øll, ið vilja verja vunnin rættindi, og sláið manngarð um tey samkyndu.

Karin Kjølbro

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo