Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Tónleikur

Tað var sera tætt millum vinnaran úr Kanada og so føroysku Paulu Danielsen sum í morgun er blivin nummar tvey í heimsmeistarakappingini í Karaoke.

Tað skriva føroyingarnir, sum eru til Karaoke HM í Singapore.

Tveir føroyingar vóru við í kappingini, ein maður og ein kvinna, og Paula Danielsen mundi vunnið kappingina fyri kvinnur.

Føroyingarnir lova at leggja tilfar út frá tiltakinum á sín Facebook vanga í næstum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo