Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Í gjár var altjóða Holocaust dagur, og í tí sambandi varð Holocaust minningarhald hildið í felagshúsinum úti á Fløtum, á Landavegi 96 í Havn.

Fitt av fólki var komið saman til høvið, har Mia av Kák og Róland í Skorini greiddu frá.

Mia av Kák er lærari, sum hevur verið á Holocaust-savninum Yad Vashem í Jerusalem og kunnað seg um evnið, meðan Róland í Skorini í mong ár hevur granskað Holocaust og fólkadráp yvirhøvur.

Dreingjakórið Undir Brúnni sang nakrar sangir til høvið, har evnið var úr Ísrael.

Tað var vinafelagið Føroyar-Ísrael, sum skipaði fyri tiltakinum.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo