Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Hondbóltsfelagið Tjaldur úr Runavík hevur sett nýggjan ungdómsvenjara fyri kappingarárið 2018/2019.

Talan er um 27 ára Christoffer Valdemar Madsen, sum hevur drúgvar royndir sum hondbólsvenjari í hondbólsfelagnum í Hillerød á Sælandi.

Umframt venjaragjerningin hevur Christoffer spælt við fyrstaliðnum hjá felagnum, sum spælir í 2. deild í Danmark.

Aage Arnoldson, formaður í Tjaldur, sigur í stuttari viðmerking, at felagið gleðir seg nógv til nýggja samstarvið.

- Skal hondbólturin í økinum berast enn longur framm er neyðugt við nýggjum íblástri og einum professionellum ungdómsvenjara. Hetta stig er nú tikið, og vónandi verður undirtøkan fyri hondbóltinum í økinum og í kommununum rundan um enn størri í komandi árið.

Umframt at venja einstøk lið, kemur nýggi venjarin at hava yvirorðnaðu ábyrgdina av allari hondbóltsvenjing hjá felagnum, hava venjaraskeið, leggja venjingarskráir og vera stuðul og vegleiðari hjá hinum venjarunum í felagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo