Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

Sum vanligt, eru stórsteypadystirnir í hondbólti eitt samstarv millum Hondbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum, og endamálið er at skjóta nýggja kappingarárið í gongd við dystum millum bestu kvinnu- og mansliðini frá árinum frammanundan, samstundis sum ágóðin av hesum dystum fer til vælgerðarendamál.

Dystirnir báðir verða spældir í Hoyvíkshøllini seinnapartin í morgin, leygardagin, har fyrri dysturin er klokkan 16 millum kvinnurnar hjá Kyndli og VÍF og seinni dysturin klokkan 18 millum menninar hjá H71 og Neistanum.

Síðsta kappingarár royndust kvinnurnar hjá Kyndli best av øllum og vunnu greipuna, men bæði í steypafinaluni og í FM-finalunum var mótstøðuliðið VÍF, ið bjóðaði harðast av. Hjá monnum var tað H71, ið streyk avstað við meistaraheitinum í FM-finalunum ímóti Neistanum, sum hinvegin vann steypafinaluna í eini grannauppgerð ímóti Kyndli.

Nú er greitt, at landskappingin í hondbólti fer í gongd sunnudagin 15. september, og tí er upplagt at fáa avgreitt dystirnar um Lionsbikørini eina viku áðrenn, har vit kunnu fáa ábendingar um, hvussu tey bestu frá síðsta kappingarári kunnu fara at roynast í vetur.

Lesi- og skriviveik stuðlast
Ikki minst snýr hondbóltssunnudagurin í Hoyvíkshøllini seg eisini um at stuðla einum góðum endamáli, og hesaferð hevur Lions Club gjørt av, at allur ágóðin skal fara til Felagið fyri Lesi- og Skriviveik.

Eingir pengar verða tó handaðir sunnudagin, tí avgerð er eisini tikin um, at talan skal vera um samlaðu upphæddina av stórsteypadystunum í bæði hondbólti og fótbólti, so ikki fyrr enn tey bestu fótbóltsliðini hava spælt sínar dystir til várs, verður talt saman og avroknað til góða endamálið.

Felagið fyri Lesi- og Skriviveik hevur 18 ár á baki, og hesi árini hevur felagið roynt at hjálpt og lætt um hjá serliga børnum, ið hava ilt við at lesa og skriva. Foreldur og einamest mammur tóku í 2001 stig til at seta felagið á stovn, so nakað munagott kundi gerast fyri tey børn, ið høvdu trupulleikar. Foreldrini, ið sjálv høvdu gjørt sær sínar dýrtkeyptu royndir, funnu saman um felagið, so teirra royndir kundu koma øðrum til gleði og gagns.

Lions-bikarið, kvinnur:

2014 Kyndil-Neistin 29-26

2015 Neistin-Kyndil 30-25

2016 Neistin-VÍF 20-19

2017 Kyndil-Neistin 24-22

2018 VÍF-Kyndil 28-23

2019 Kyndil-VÍF

Lions-bikarið, menn:

2014 KÍF-Kyndil 20-26

2015 Neistin-VÍF 32-26

2016 H71-VÍF 24-19

2017 H71-VÍF 32-29

2018 H71-Kyndil 30-21

2019 H71-Neistin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo