Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Bøkur

Ein yrking sum Anne Frank skrivaði áðrenn hon mátti fjala seg undir seinna heimsbardaga, er seld fyri yvir eina millión krónur.

Átta linjur langu yrkingina skrivaði Anne Frank 28. mars 1942, stutt áðrenn jødiska gentan saman við familjuni fjaldu seg í Amsterdam í Niðurlondum.

Yrkingin var í dag seld á aksjón í niðurlendska býnum. Hægsta boðið var 140.000 evrur - ella 1,04 milliónir krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo