Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Krutl

Herfyri hevði lítla bygdin Båring á Fjóni vitjan av trimum kendum donskum tónleikarum og manning teirra. Hesi vóru Jakob Sveistrup, dansk/íslendska fólkasangarinnan Kaja Vala og tríbólkurin The White Album.

Tríggjar konsertir vórðu hildnar - allar heima í stovuni hjá privatum fólkum. Tað er danska felagið Heim, ið skipaði fyri pinkufestivalinum Heima, og fyrireikararnir siga, at íblásturin hava teir fingið úr Føroyum, har tiltakið HOYMA hevur verið væl vitjað seinastu árini.

Jakob Eilsø, sangari og gittarleikari í The White Album, sigur, at konsertin var nakað heilt serstakt.

- Framførslan minti eitt sindur um, tá ið eg á sinni fyri fyrstu ferð hevði vitjan av unnustu míni. Eg sat á sofuni inni í stovuni við gittara mínum og spældi og sang fyri at tekkjast henni. Ein ikki sørt hættislig løta, har øll fáa alt við. Her kanst tú ikki goyma teg aftanfyri ein hátalara ella nýmótans tøknini - nei, her ert tú heilt nakin, sigur Jakob.

Lítil og eingin ivi er um, at HOYMA hevur fingið fótin fastan í Danmark.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo