Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Innlendis ítróttur

Besta manslið hjá HS setti í gjár nýtt føroyskt met í 4×100 metra blandaðari svimjing, tá ið teir á Føroyameistarastevnuni á langgeil 2018 í Páls Høll í Vági svumu teinin uppá tilsamans 4:11.85, skrivar Svimjing.com.

Suðuroyar Svimjifelag átti metið á 4:12.18 - frá FM á langgeil í 2016.

Teir fýra, sum svumu, vóru:

- Óli Mortensen (1996) 1:03.92 (rygg)
- Alvi Hjelm (1996) 1:09.55 (bringa)
- Niels Nattestad (1998) 1:02.37 (firvald)
- Bartal E. Eidesgaard (2003) 56.01 (frí)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo