Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Fyri umleið 30 árum síðani var í Føroya Kommunufelag –høvuðsstaðurin var eftir egnum vilja farin úr felagnum – settur arbeiðsbólkur nevndur “Desentraliseringarnevndin”.

Nevndin gjørdi eitt greinligt uppskot og sum fyrsta átakið, varð nátúrligt, fundur fingin við SEV, sum var kommunalur stovnur, staðsettur í Vestmmanna, men tosið úti í krókunum var farið í gongd at flyta fyritøkuna til Havnar, nú byggjast skuldi út. Úrslitið av fundinum: ein samd nevnd í SEV - við kommunustýrislimum - gav seg til at leggja stovnin í Havnini! – Hetta var ikki sørt ófrættakent.

Prátið sum vit ídag hoyra um at leggja stovnar úti um landið eftir 30 árum, er fullkomiliga tað sama, har er onki broytt, burtursæð frá, at sentraliseringin hevur veruliga tikið dik á seg.

Spurningurin er so, meina borgarstjórar og tingfólk úti um landið nakað við tað tey siga. Tað nyttar onki, at ein og ein fer fram í pressuni, uttan at aðrir bakka upp. Her skal eisini semja í politisku flokkunum.

81% AV ALMENNUM STOVNUM ERU Í TÓRSHAVN
Fyri kortum bað Vinnulívsráðið í Klaksvík, grannskoðarafyritøkuna NUMO gera eina kanning av viðurskiftunum hvar almennir stovnar eru staðfestir og hvat kann gerast.

 Kanningin varð fíggjað av trimum av størstu fyritøkunum í Klaksvík. Hesa kanning hava vit síðani framlagt á fundum ymsastaðni og  fyri  Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, fyri løgtingsfólkum og fleiri bý- og bygdaráðsformonnum o.ø.

Øll siga seg halda, at kanningin er áhugaverd og her má okkurt gerast!

Lat meg siga her, at øll eru eisini samd um, stovnar eiga at verða lagdir út um landið. Men so tá avgerast skal, hvar ein stovnur skal leggjast, kemur kynkur í, tí semja fæst ikki.

Frágreiðingin – bara fyri at taka eitt av mongu dømunum - vísir m.a.:

-  At 81% av landsins  almennu stovnum liggja í høvuðsstaðnum og her verða 80% av lønunum útgoldnar. Her verða avgerðirnar tiknar og her verða um ikki allar avleiddu vinnurnar framdar, so tær allar flestu.

ØKINI SERA ÓSAMD
Seinastu tíðina hava vit m.a. hoyrt  tveir borgarstjórar  í somu oyggj stríðast um,  í hvørji bygd Skipaeftirlitið skal liggja, sum í sjálvum sær setur landspolitikaran í eina tvístøðu. Hetta er púra óneyðugt og ókløkt!

Annar borgarstjóri helt fyri, at í hansara oyggj gekk so mikið væl, at “spurningurin ikki er, um best var onki alment arbeiðspláss at hava, tí tað bara fór at taka frá tí privata”! Hann hevði ikki meiri enn sagt hetta, hoyrdist frá sløkum hálvtannahundrað uppsagnum á einum stórum arbeiðsplássi og fjøruti á øðrum. Hesar fyritøkur eru tvær góðar, vælriknar, sterkar og nýmótans vinnufyritøkur.

ØKINI IKKI NÓG STØÐUG YVIR LONGRI ÁRAMÁL.
So viðbrekin eru økini úti um landið, har ongi støðug almenn arbeiðspláss eru. Hugsast eigur í  áratíggjum. Vit hava sæð, tá kreppurnar hava stungið seg upp, gerast økini við “bara” framleiðsluarbeiðsplássum hart rakt, “dalurin” gerst bæði breiður og djúpur, sum kanska kundi verið øðrvísi, um støðug almenn arbeiðpláss eru, tí hesi hava – kanska ikki so løgið – eitt heilt annað grundarlag, sum er skattur og onnur inntøkugjøld.

Tað stutta og tað langa í hesum er, at her skal ein djúptøkin hugburðsbroyting til bæði hjá borgarstjórum og løgtingsfólkum úti um  landið, um ikki prátið bara gerst í framtíðini kontinuerligt, meðan sentralisering heldur á og ikki minst við vitanararbeiðsplássum.

Ætlan Vinnulívsráðsins er, at málið verður tikið upp til heystar.

Jógvan við Keldu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo