Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Fyrst er at siga, at eg ongantíð áður havi sæð so stóran áhuga frá íbúgvunum í Vága kommunu, at sleppa inn í komandi býrað sum nú, tað borgar fyri bjartari framtíð fyri Vága kommunu.

Kirkjugarðurin í Sandavági 
Nógv er skrivað, og nógvar viðmerkingar eru til ætlaðu víðkan av kirkjugarðinum í bygdini. Málið er blivið so stórt, at KVF hættaði sær vestur at gera eitt innslag til D&V. Eg skilji væl nærmastu grannarnar til ætlaðu víðkanina av kirkjugarðinum eystureftir.

Hevði eg verði búsitandi har, hevði eg eisini verið ein av teimum sum hevði mótmælt.

Haldi ikki, at tað er hugaligt at hava kirkjugarðin so tætt upp at húsunum, men onnur hava loyvi til at hava eina aðra áskoðan.

Haldi tó tað vera løgið, at ongin tosar um at nýta gamlar gravir umaftur. Tað kann ikki vera meiningin, at vit í allar ævir skulu leggja hald á eitt pláss í kirkjugarðinum. Tað er ivaleyst við umleið 50 árum, undantak kann gerast, um talan er um børn sum doyggja á ungum árum, og foreldurini ftramvegis eru á lívi 50 ár seinni.

Vit skulu liva saman, og vera saman meðan vit liva. Deyðanum sleppur ongin undan, tað er ein partur av lívinum. Eftir 50 ár eru vit komin víðari.

Allarhelst er onkur DONSK lóg í gildið í Føroyum, sum sigur, hvussu longi vit kunnu hava gravarfrið osv, men hyggur man í høvuðsstaðnum, so blíva tey við at vaksa um kirjugarðin, ístaðin fyri at grava í aftur eldri gravir enn 50 ár.

Ber tað ikki til, so er at broyta lógina beinanvegin. Tað nyttar onki bara at siga, tað og tað kann man ikki gera. Harragud, er tað ikki tí tit bjóða tykkum fram at stýra landi og kommunum?

Eg havi tosa við ein persón sum sigur, at tað er so lítið skil í skrásetingini av gomlum gravum í Sandavági, at ringt er at finna útav, hvar man skal grava.

Til tað er at siga.

Fornfrøðingar finna útav, at beinagrindir eru fleiri milliónir ára gamlar, so kunnu teir vónandi finna útav, um eitt lík er eldri enn 50 ár í Sandavági. Allarhelst er eitt tól gjørt, sum kann spora beinagrindir nakrar metrar undir yvirflatuni?

So sleppur Vága kommuna undan at gera eina stóra íløgu, og grannarnir og vit onnur í Sandavági vera øll væl tilpassar, og so sera fegin.

Áheitan á veljaran í bygdunum
Tað eru heili 50 fólk sum stilla upp til komandi býrað i Vága kommunu.

Eg havi lisið stóran part av tí, fleiri av valevnunum á 4 ymiskum listum borðreiða við.

Eg dugi at lesa meg til, at fleiri framvegis er neilig, tá talan er um ymiskt sum er ella skal vera í hvørjari bygd osv. Hetta ber ikki til meira, undirlutakenslur føra ikki á mál.

Komi víðari, vit eru EIN kommuna nú, og tí má arbeiðast við skilið, og ikki brúka tíð uppá at keglast um, hvar hetta ymiska skal vera.

Onki løgið í, at tað gongur striltið hjá ítróttinum í Vágum við hasum huglagnum, tað er sjón fyri søgn fyri tí.

Eg vóni tí, at veljarin velur fólk í býráði, sum vil samanleggingini alt gott, og ikki velur fólk, sum einans sita har, fyri at skava so nógv til sina bygd sum gjørligt.

Besta dømi um hetta er aktuelt beint nú, har man nú lovar at seta á stovn EITT ungdómshús afturat í Miðvági, tí at tað er so langt at fara til Sandavágs hjá ungdóminum.

Harragud, skal tað vera ein grundgeving, bygdirnar báðar eru næstan samanbygdar, vit hava gingið í sama skúla á Giljanesi síðani 1961. Allíkavæl eru fleiri ikki komin víðari.

Skulu vit so eisini byggja eitt ellisheim í Sandavági og í Vatnsoyrum. Eg spyrji bara?

Nei góðu veljarar, velji fólk inn sum vilja felagsskapin, Sandavágur - Miðvágur og Vatnsoyrar.

Tað er tað vit hava nú, fólkið talaði fyri 8 árum síðani, og tit skulu vísa í verki, at Vága kommuna er ein eind, har øll arbeiða saman, og ikki ímóti hvørjum øðrum.

es. Nógv er lovað, og tað mesta av tí er luftkastellir, tí at Vága kommuna hevur høgar fastar lánsútreiðslur komandi árini. Men tað finna tit útav, tá í tit sita har.

Gott val.

Eyðun Myllá
Sandavágur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo