At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Í kvøld kanst tú hitta Gunnvør Virgarsdóttir Dalsgaard í Baresso í SMS, tá hon fer at greiða frá lívið sínum.

Gunnvør bleiv av fyrstum kend í Føroyum og Danmark, tá hon arbeiddi sum modell og kom saman við Oliver Bjerrehus, og nú sum ein av kvinnunum í reality sendingini á TV3, Forsidefruerne, sum er mest sædda sending á Viaplay.

Í fjør gav hon eisini út bókina ’Højt at flyve – ej at falde’ saman við Mette Holm, sálarfrøðingi.

Eftir framløguna signerar Gunnvør bøkur í Rit & Rák.

Tað eru gávuposar til tey fyrstu, og fleiri handlar hava opið kl. 20-23 við nógvum sera góðum tilboðum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo