Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Í grein í Norðlýsinum í dag verður greitt frá syndarligu støðuni í Hvannasundi og hummaraveiðuni hjá Elmar Simonsen, ið gevur skarvin yvir, og selir sítt hummaraloyvi.

Í meira enn 20 ár hevur Elmar fiskað hummara, og fekk hann fyrr eini 140 kilo av hummara við 140 rúsum. Í dag hevur hann 500 rúsir og fær einans 30 kilo. Sostatt kann sigast at veiðan er minkað niður í einans 6%. Hetta minnir nógv um rekjuvinnuna í Noreg har veiðan er farin niður til undir 10% av tí hon annars var fyri árum síðan.

Landstýriskvinnan Sirið Stenberg umsitur náttúru- og umhvørvisvernd, og varar av Umhvørvisstovuni, ið gevur umhvørvisloyvir til alivinnuna. Um Sirið er av somu áskoðan sum partamaðurin og borgarstjorin í Vági, Dennis Holm, ið vil góðtaka grova dálking á firðirnar frá alivinnuni fyri at fáa til vega nøkur arbeiðspláss, er ikki gott at vita, men okkurt bendir á tað leið, síðan so at siga allar aliumsóknir fáa umhvørvisgókenning - sjálvt um reglur áseta at best møguliga tøkni til fyribyrgjan av dálking skal nýtast har hon er roynd og tøk.

Hetta er ein syndarlig støða, at ein fult burðardygg vinna skal verða fyri bakkast tí landsins myndugleiki ikki setir neyðug krøv til alivinnuna, at hon skal nýta umhvørvisliga bestu tøkni, ið enntá er tøk á marknaðinum. ST-dagur var í gjár 24.oktober, og hava Føroyar samtykt tríggjar sera tídningarmiklar sáttmálar:

Sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi, sáttmálan um burðardygga menning (Agenda 21), og veðurlagssáttmálan, ið heimsins lond hava stríðst við í nógv ár. Í sáttmálanum um burðardygga menning verður m.a. løgd áherðsla á, at "Best available technique" (BAT), skal nýtast tá tøknin er roynd og tøk á marknaðinum og til ein rímuligan kostnað.

BAT-hugtakið er at skilja sum mest framkomnu framleiðsluhættir, tilgongdir og rakstrarmannagongdir, sum til einhvørja tíð eru mest munadyggar fyri at fyribyrgja og avmarka dálking frá ávísari vinnugrein ella ávísum virksemi.

Umhvørvisstovan stendur fyri umhvørvisgóðkenningum til alivinnuna, og leggur dent á at BAT-tøknin verður nýtt har hon er roynd og tøk.

Tí kann tað undra stórliga at Bakkafrost áhaldandi sleppur at eitra og dálka Hvannasund, og aðrar firðir við, og oyða eina annars fult burðardygga vinnugrein - sum hummaravinnan er.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur seg ikki kunna prógva at alivinnan tekur lívið av hummaranum, meðan royndir aðrar staðir vísa at just tað er orsøkin, alt meðan aðrar reglur eru galdandi m.a. varsemisreglan, ið vísir til, at er vandi fyri álvarsligum skaða ella skaða, ið ikki bøtist, má ikki tað, at vísundalig próvførðsla vantar, verða brúkt sum umbering fyri at brúka kostnaðarkrevjandi átøk til tess at forða fyri umhvørvisskaða.

Hummaravinnan í Hvannasundi er ikki einasta, ið er illa fyri orsaka alivinnuna, og er tað tí rættuliga álvarsamt at Umhvørvisstovan letur alt um seg ganga, ið alivinnan hevur í ætlan, og uttan at krevja at BAT-tøknin verður nýtt.

Í fleiri ár hava norskir granskingarstovnar saman við alifyritøkuni hjá Sinkaberg Hansen gjørt royndir við lokaðum aliringum á sjónum, og eru úrslitini framúr góð.

Eingin lús og eingin nýtsla av eitrandi lúsabasingarevnum, næst at ongar fóðurleivdir og einki skarn legst sum køvandi dýna út í firðir og sund, og tekur lívið av hummara, øllum skeljadjórum og annars er til stóran ampa og neilig árin á alt lívfrøðiliga margfeldni á firðunum.

Hetta skal steðgast, og tað hevur Vinnumálaráðið skyldu til at fáa gjørt í stundini, just sum Heilsu- og Innlendismálaráðið hevur skyldu til at halda seg til reglur og sáttmálar, ið galdandi eru.

Kári Thomsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo