Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Landsgrannskoðanin: Setrið hevur skrásett eina mió.kr. í húsaleigu í 2018, sum hoyrir til 2017. Landsgrannskoðanin heldur tí, at roknskapirnir hjá Setrinum eru ikki rættir, sigur Landsgrannskoðanin í ársfrágreiðing síni um frávik millum játtan og nýtslu fyri 2018. 
 
Í juli 2019 hevur landsstýrismaðurin greitt frá, at Mentamálaráðið er ikki ósamt við Landsgrannskoðanini um, at leigugjaldið fyri september til desember 2017 av røttum skuldi verði bókað í 2017. Mentamálaráðið hevði hesa útreiðsluna við í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018, sum seinni bleiv samtykt av Løgtinginum, soleiðis at kunnað varð um ætlanina, tó at tað ikki gongur nóg greitt fram í fíggjarlógartekstinum. Mentamálaráðið ásannar, at rætta periodiseringin hevði verið, at leigugjaldið varð bókað á fíggjarárið 2017.
 
Leiga av kopimaskinum
Fróðskaparsetrið rindar 9.311 kr. um mánaðin fyri 9 leigu- og tænastusáttmálar um kopimaskinur. Sambært játtanarreglunum er ikki loyvt at langtíðarleiga. Í serligum førum kann loyvi tó fáast til tað frá Fíggjarmálaráðnum.
 
Landsgrannskoðanin vísti á, at tað tyktist sum, at talan er um langtíðarleigu-/leasing, sum er komin í lag í staðin fyri keyp. Roknskaparliga eiga avtalurnar tí at viðgerast sum keyp, og útreiðslurnar at verða bókaðar sambært tí. 
 
Mentamálaráðið tekur undir við, at talan tykist vera um langtíðarleigu í staðin fyri keyp av kopimaskinum. Mentamálaráðið vísir á, at sambært Fíggjarmálaráðnum hava tey áður noktað øðrum stovnum loyvi at langtíðarleiga kopimaskinur, men hava loyvt tænastusáttmálum um sjálvan raksturin.
 
Mentamálaráðið ætlar at boða Setrinum frá, at Fíggjarmálaráðið skal góðkenna slíkar leigusáttmálar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo