Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Politikkur

Ætlanin er at bjóða Húsarhaldsskúlan í Klaksvík út á vári 2019. Tað svarar løgmaður í einum § 52a fyrispurningi frá Bjørn Kalsø, løgtingsmanni, um Húsarhaldsskúlan í Klaksvík.

"Útboð væntast at verða í apríl 2019, og tá ið støða er tikin til innkomnu tilboðini, byrjar sjálv byggingin. Spakin væntast at verða settur í í juni 2019," svarar løgmaður millum annað.

Fulla svar løgmans kann lesast niðanfyri:

Fyrispurningurin var soljóðandi:

- Hvussu langt eru fyrireikingarnar komnar í sambandi við ætlanina at byggja nýggjan Húsarhaldsskúla í Klaksvík?

- Nær verður spakin settur í, so farast kann undir at byggja?

- Nær kann roknast við, at næmingar kunnu byrja í nýggjum bú- og undirvísingarhølum?

Svar:

Til 1: Fyrst er at siga, at ætlanin at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík er úrslit av eini felagsverkætlan, sum Húsarhaldsskúlin í Klaksvík hevur tikið stig til, har skúlin, Mentamálaráðið, Klaksvíkar kommuna og Bústaðir eru samstarvspartar. Tað er Klaksvíkar kommuna, sum stendur fyri byggingini vegna sjálvsognarstovnin Húsarhaldsskúli Føroya. Tað er sostatt ikki landið, sum stendur fyri byggingini.

Landsstýriskvinnan í mentamálum fekk byggiskránna at byggja nýggjan húsarhaldsskúla handaða í februar 2016. Sum framhald av arbeiðinum at gera byggiskránna var ein stýrisbólkur mannaður at standa fyri byggingini. Mentamálaráðið hevur umboð í stýrisbólkinum.

Umboðið hjá Mentamálaráðnum upplýsir, at fyrireikingararbeiðið hevur gingið væl higartil. Tað er komið væl áleiðis at gera eitt skipanaruppskot. Hetta væntast liðugt í september í ár, og tá byrjar sjálvt prosjektarbeiðið, ið verður liðugt í apríl 2019.

Samstundis verður sjálvt byggilendið gjørt klárt nú í heyst, soleiðis at klárt verður at byrja byggingina í 2019.

Til 2: Útboð væntast at verða í apríl 2019, og tá ið støða er tikin til innkomnu tilboðini, byrjar sjálv byggingin. Spakin væntast at verða settur í í juni 2019.

Til 3: Soleiðis sum tíðarætlanin sær út, verður nýggi bygningurin tikin í nýtslu í august 2021.

Í Tinganesi, 25. september 2018 
Aksel V. Johannesen
løgmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo