Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Tekstlýsingar

Søkt verður eftir einum húsavørði til Sørvágs kommunu at byrja 12. august 2019.

Arbeiðsuppgávur:

•  Umsjón og røkt av øllum bygningunum hjá kommununi. 

Førleikar:

Tann, ið settur verður, eigur at hava handverkaraútbúgving, gott yvirlit og góð evni at samstarva.

Eginleikar:

Arbeiðið hevur við sær nógv dagligt samskifti við børn í barnagarði, næmingar í skúlanum og ymiskar starvsbólkar. Tí er týdningarmikið at tann, í sett/ur verður, er fyrikomandi og dugir væl við fólki.

Setanarviðurskifti:

Starvið er fulltíðarstarv

Lønar og setanarviðurskifti verða sambært sáttmála millum KAF og Starvsmannafelagið.

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal vera Sørvágs kommunu, Varðagøtu 8, 380 Sørvági ella sorvag(at)sorvag.fo í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 01. juli 2019 kl. 12:00. Merk umsóknina: Húsavørður

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til skrivstovuna hjá Sørvágs kommunu á tlf. 363200 ella teldupost: sorvag(at)sorvag.fo.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Sørvágs kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjaranum og, um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo