At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Politikkur

Spurningur sambært §25 til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, um plastdálking og plastnýtslu

1.      Hvør vitan er um plastdálking av føroyska umhvørvinum á sjógvi og á landi?

2.      Ber til at siga nakað um, hvaðani plastdálkingin í føroysku náttúruni stavar? Hetta fyri at vera betur før fyri at taka tey røttu stigini til at basa hesi dálking

3.      Hvørji tiltøk kunnu setast í verk fyri at avmarka plastið, sum endar í náttúruni?

4.      Er landsstýriskvinnan sinnað at seta í verk tiltøk, sum hava til endamáls at avmarka nýtsluna av plasti?

5.      Er landsstýriskvinnan sinnað at leggja umhvørvisgjøld á eitt nú einnýtisborðbúnað og beripostar úr plasti fyri at avmarka nýtsluna av plasti?

Plast fyllir nógv í okkara gerandisdegi, og fyri okkum nútíðarmenniskju ber illa til at ímynda okkum ein heim uttan plast. Men ein ótálmað nýtsla av plasti hevur við sær vanlukkuligar avleiðingar fyri okkara umhvørvi, og tí er neyðugt at taka støðu til, hvussu vit kunnu avmarka dálking av plasti og okkara plastnýtslu.

Plastburturkastið, sum endar í náttúruni, er til stóran skaða fyri umhvørvið, djór og menniskju. Ilt er at siga neyvt, hvussu nógv plastburturkast endar í náttúruni, men vit vita, at er tað fyrst endað har, hvørvur tað ikki aftur í bræði; tað tekur á leið 500 ár fyri ein plastposa at verða brotin niður.

Hvørt ár enda nógvar milliónir tons av plasti í havinum, og sambært forsøgnum verður nøgdin av plasti størri enn nøgdin av fiski í 2050. Eyðsæð er, at hesi óhugnaligu framtíðarútlit eru ein heimsumfatandi trupulleiki, sum vit í Føroyum ikki hava ta størstu ávirkanina á, men vit gera sjálvi av, hvussu vit loyva okkum sjálvum og vitjandi í Føroyum at fara við okkara egnu náttúru. 

Vit vita frá føroyskum kanningum, at alt størri nøgdir av plasti verða funnar í maganum á fugli, sum er eitt tekin um skaðiligu útbreiðsluna av plasti, eisini í føroysku náttúruni. Eisini vita vit, at stórar nøgdir av plasti enda í náttúruni í sambandi við ymiskt byggivirksemi, sum fer fram.

Plast er ein umhvørvishóttan, sum almennu Føroyar skulu taka í nógv størri álvara. Tí er tað viðkomandi at hoyra, hvørjar ætlanir landsstýriskvinnan hevur í mun til loysa hendan trupulleika.

Á løgtingi 6. apríl 2018
Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo