Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Krutl

Í dag klokkan 17.00 verður dokumentarfilmurin "A Whale of a Tale" sýndur í Perluni. Filmurin er gjørdur av japanska filmsleikstjóranum Megumi Sakaki. Hann snýr seg um avbjóðingarnar, sum lítla japanska hvalaveiðisamfelagið Taiji hevur av umhvørvisfelagskapum sum Sea Shepheard. 

Tað er japanska Tomoko Kitamura Nielsen, sum hevur tikið stig til filmssýningina. Tomoko er í Føroyum hesa vikuna saman við einum bólki av japanskum ferðafólkum. Hon heldur, at tað kundi verið áhugavert fyri føroyingar og japanar at tosa saman um ymiskar avbjóðingar, ið bæði londini hava við felagsskapum, sum eru ímóti hvalaveiðu og grindadrápi.

Hóast hvalaveiða og grindadráp á nógvum økjum ikki kunnu samanlíknast, so er tað tó áhugavert at viðgera eitt nú, um útlendskir felagsskapir skulu kunna blanda seg uppí, um upprunafólk hava rætt til at halda fast við sína aldargomlu mentan ella ei. 

Tomoko Kitamura Nielsen hevur búð 15 ár í Danmark. Síðsta summar var hon í Føroyum sum tolkur hjá einum japanskum sjónvarpsliði, ið gjørdi eina undirhaldssending um Føroyar til eina stóra landsumfatandi japanska sjónvarpsstøð. Tomoko dámdi so væl í Føroyum, at hon fekk hug til at koma aftur við einum japanskum ferðaliði og vísa teimum Føroyar.

Á ferðini í Føroyum hevur japanska ferðaliðið vitjað kring oyggjarnar og sett seg inn í søgu, samfelag, mentan og djóralív. Ein partur av vitjanini í Føroyum hevur verið at samskift við føroyingar um ymisk føroysk viðurskifti. Filmssýningin í Perluni í dag, er ein liður í hesum. Tiltakið er fyri øll, og er ókeypis. 

iTunes skrivar soleiðis um filmin: "In 2010, The Cove, a documentary denouncing longstanding whale and dolphin hunting traditions, won an Academy Award. Overnight, Taiji, the sleepy fishing town in Japan at the center of the film, became a go-to destination and battleground for activists from around the world. A Whale of a Tale reveals the complex story behind the ongoing debate. Can a proud 400-year-old whaling tradition survive a tsunami of modern animal-rights activism and colliding forces of globalism vs. localism?"

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo