Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Alt Føroya fólk situr og lurtar eftir tíðindunum kl. 12:20 í spenningi, um hvussu gongur við menningarkvotuni hjá Høgna Hoydal, men KVF tekur tað ikki upp á tungu.

Vit øll gjalda fyri KVF, ið skal vera ein upplýsandi miðil fyri Føroya fólk.

Var talan um seinastu samgongu, sum fjaldi seg burtur, fyri at fáa greiðu á onkrum, hevði Jan Lamhauge longu verið í full sving við at gjørt dokumentar og Liljan Weihe & co. høvdu verið eftir teimum hvønn minutt, fyri at fingið innlit og upplýst Føroya fólk.

Henda samgongan sær út til at fáa fultkomuligan frið fyri almenna tíðindamiðli okkara.

Hví man so vera?

Kringvarpsgjaldari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo