Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Tiltøk

Umsóknarfreistin til filmsjáttanina úr Filmsgrunninum er 1. sep. 2018. Í hesum seinna umfari eru kr. 799.700 tøkar at býta út.

Felagið Føroysk Filmsfólk skipar saman við fyrrv. filmsráðgeva Pætur M. Dahl og Aldu Joensen, fulltrúa í Mentamálaráðnum, fyri kunnandi og vegleiðandi fund í Klippfisk mánakvøldið 20. august kl. 19. Tiltakið er í fundarhølinum á 3. hædd í Sjóvinnuhúsinum, har Klippfisk og Hugskotið húsast.

Greitt verður frá umsóknartilgongdini og hvat skal til fyri at gera eina góða umsókn. Luttakarar hava høvi at koma við spurningum og ivamálum.

Tiltakið er alment og ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo