Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Fróði Ejdesgaard á Facebook: Ein ísfiskatúrur at enda komin og skipið liðugt landað. Lastin full og 7000 pund á dekkinum.

Eitt flott avrik av manningini, sum hendan túrin bert vóru mannfólk.

Alt hetta, meðan eg sjálvur havi skift eina peru á bilinum, skift uppvaskimaskinuna og gjørt eitt høsnarhús til hønurnar hjá konuni.

Stoltur av tykkum!!

MEN hetta gevur ONKI til samfelagið, sambært Hermanni Oskarssyni.

Vit keypa ikki "rættin" at fiska.

Hesin túrurin gav nakrar daglønir á virkinum, til flutningsbil, oljubil, proviant, línuútgerð osfr.

Umframt einar 30.000 kr í manningaparti til manningina.

Av teim 500.000 kr henda lastin bleiv seld fyri enda nokk minst 150-200.000 kr til tað almenna.

Hvat er hetta fyri vísmenn KVF brúkar?

Skamma teg Hermann!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo