Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Eg bleiv kløkkur, tá ið eg hoyrdi í útvarpinum á middegi í gjár, at Hanna Jensen í skundi hevur sett kunngerð í gildi, sum ásetur, at nú verður tað eitt krav, at allir næmingar, sum fara á miðnámsskúla og velja hugbreyt (málsligu deild), búskaparbreyt (handilsskúla) ella fyrireikingarbreyt (HF) skulu hava fingið undirvísing í minsta lagi 2 ár í týskum.

Fyrst í mai mánaði varð tingið sent til hús orsakað av máttloysi og dugnaloysi hjá samgonguni, tí hon hevði ongan meiriluta aftan fyri seg, sum jú er tann grundleggjandi treytin fyri at virka í einum demokratiskum samfelag.

Men kortini so smæðast tey ikki við at koyra síni egnu persónligu áhugamál ígjøgnum nakrar fáar dagar, áðrenn val verður útskrivað.

Tað er óhoyrt og einki annað enn at misbrúka sína makt at seta eina slíka kunngerð í gildi uttan at hava politiska undirtøku fyri tí.

Eg eri limur í mentanarnevnd løgtingsins og havi í hesum valskeiðnum verið á nógvum fundum í Mentamálaráðnum um fólkaskúlalógina, og í vár samdust vit um at gera nakrar broytingar, sum eitt samt løgting tók undir við.

Men á øllum hesum fundum kom ongantíð upp á tal at fara at krevja av øllum næmingum, at teir nú skulu hava týskt. Tað er eisini fullkomiliga burturvið!

Eg má spyrja, hvar tímarnir til fleiri hold í týskum í fólkaskúlanum skulu koma frá.

Verður hetta gjøgnumført, fer tað at ganga út yvir teir fáu tímarnar, sum eru til kreativar lærugreinar í skúlanum, og henda gongdin er beint ímóti tí politisku semjuni, sum varð gjørd í sambandi við fólkaskúlalógina.

– Eg spyrji bara, hvat landsstýriskvinnan hugsar fyri sær!

Hanna Jensen fekk tað at ljóða í útvarpssamrøðu soleiðis, at allir mállærarar í Føroyum taka undir við hesum.

Hesum ivist eg stórliga í, og eg veit, at lærararáðið á Kambsdali í hoyringsskrivi hevur sett nógvar spurningar við hetta og hevur mælt til at viðgera hetta nógv meira, áðrenn nakað verður sett í verk.

Jógvan á Lakjuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo