Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Tá ið ein so stórur túrur verður skipaður til tvey so stór lond í allarbestu feriutíð, har umsitingin allastaðni er eitt sindur lamin, má man undrast á, hvat ella hvørjum tað skal gagna, burtursæð frá tí ferðafegna Póli í Uttastovu, sum fær sæð seg dúgliga um.

Hava vit slett ikki eina løgtingsnevnd, sum eftirkannar hvat úrslitið av hesum vár- og summartúrum hevur verið?

Ella sleppur manningin í Uttastovu bara avstað, tá ið teimum lystir?

Okkara journalistar eru, sum teimum vant, ikki serliga forvitnir ella mikrofonpeiggjandi, tá ið landsstýrismenn í hesi samgongu finna uppá dubiøs ella óforklárilig tiltøk.

Var nakar stirðil í Kring-manningini, høvdu tey etsað ella flett Pól og hansara uttastovulið við borandi analytiskum spurningum um, hvat tey hava gjørt HVØNN dag, HVAR, og ikki minst HVÍ.

Men nei, málið fer næstan aftur við borðinum, og Pól fer aftur í Uttastovu at remba sær, og hann sleppur heilt undan nøkrum kritiskum spurningi mitt í agurkutíð ini.

Hevði ein sambandsmaður verið og ferðast í Moskva og Peking fyri almenna rokning, høvdu mikrofonfólk forfylgt honum í vikuvís við inkvisitoriskt hóttandi spurningum.

Nú er total tøgn og fólk í Uttastovu kunnu fara aftur til tann keðiliga gerandisdagin, har tey desperat leitað eftir onkrari uppgávu.

Tey kundu líka so gott verið verandi í Kina, uttan at nakar gáaði eftir tí!

Uttastova er allarhelst tað dýrasta, men minsta hvíldarheimið, vit eiga.

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo