Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Politikkur

Sambandsflokkurin er einasti politiski flokkur í Føroyum, sum heilt og fult gongur inn fyri ríkisfelagsskapinum í dag.

Sambandsflokkurin vil varðveita ríkisfelagsskapin, dagføra og útvikla hann – eingin ivi  um tað.

Tað er væl kent, at Føroyar og føroyingar standa seg best í  tøttum samstarvi í ríkisfelagsskapinum. Ríkisfelagsskapurin er fullur av góðum og spennandi møguleikum fyri okkum føroyingar.

Fyrimunirnir eru tí eisini nógvir.

Sambandsflokkurin veit væl, at einki stendur í stað og broytingar og tillagingar eiga at gerast.

Hetta er eisini galdandi fyri ríkisfelagsskapin, og Sambandsflokkurin hevur viljan og førleikan at gera nakað við hetta og er eisini fúsur til tað.

Sambandsflokkurin er flokkurin, kann flyta Føroyar longur fram á leið í einum góðum og tryggum ríkisfelagsskapi.

Sambandsflokkurin vil útvikla ríkisfelagsskapin og ikki avvikla hann.

Sambandsflokkurin vil javnt og samt – og í góðum samstarvi við donsku myndugleikarnar – virka fyri, at ríkisfelagsskapurin er og verður lagaður til nútíðina, soleiðis at hann altíð verður dagførdur til dagsins veruleika og  avbjóðingar.

Útvikling og avvikling
Flokkar, sum ikki ganga fult og heilt inn fyri ríkisfelagsskapinum og teir, sum ikki vilja vita av ríkisfelagsskapinum, men ynskja hann har, sum pipari grør, tað verða ikki teir flokkarnir, sum koma at útvikla ríkisfelagsskapin. Tað er eyðsæð.

Hinvegin, so koma hesir flokkarnir at arbeiða við at avvikla ríkisfelagsskapin – summir skjótari enn aðrir.

Seinastu árini hava vit eisini verið vitni  til ein sokallaðan konfrontatiónspolitikk, móti ríkisfelagsskapinum. Hesin politikkur skaðar ríkisfelagsskapin, og hesum vil Sambandsflokkurin støðga.

Valið er einfalt
Tí er fólkatingsvalið rættiliga einfalt:

• Ynskir tú útvikling av ríkisfelagsskapinum, so vel Sambandsflokkin

• Ynskir tú avvikling av ríkisfelagsskapinum, so vel ein av hinum politisku flokkunum

Sambandsflokkurin ynskir og vil ríkisfelagsskapin!

Ein atkvøða til Sambandsflokkin – hon fer væl!

Magnus Rasmussen
valevni hjá Sambandsflokkinum til Fólkatingið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo