Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Politikkur

Ein spurningur, sum aftur og aftur verður settur er: Hví føroyska fólkatingsumboðan á Christiansborg?

Fyri okkum í Sambandsflokkinum, so er hetta ein spurningur, sum vit fegin vilja og kunnu svara lættliga uppá. Orsøkirnar til, at vit eiga at hava føroyska fólkatingsumboðan á Christiansborg er fleiri, og fari eg í hesi stuttu grein at nevna tríggjar av teimum:

Grundlógartryggjaður rættur
Í sjálvari ríkisgrundlógini stendur, at Føroyar hava rætt til tvey fólkatingsumboð. Hetta er okkara demokratiski rættur í ríkisfelagsskapinum.

Henda grundlógartryggjaða rætt fer Sambandsflokkurin altíð at virða og gera brúk av,  og Sambandsflokkurin fer ongantíð at ganga við til at avtaka okkara demokratisku umboðan á Fólkatingi.

Tvørturímóti vilja vit gera okkara besta fyri at gera brúk av hesum grundlógartryggjaða rætti og kempa fyri, at Sambandsflokkurin fær umboðan á Christiansborg.

Lóggivið verður um føroysk viðurskifti
Á Fólkatingi verður lóggivið um viðurskifti, sum kunnu hava stóran týdning fyri Føroyar. Eisini verður lóggivið um viðurskifti fyri føroyingar, ið eru búsitandi í Danmark og fyri føroyingar, sum koma í samband við danskar myndugleikar.

Tað er tí eyðsæð, at tað er av stórum týdningi, at føroysk umboðan er á Fólkatingi – alt annað vildi verið óforsvarligt.

Neyðugt er tí við føroyskari fólkatingsumboðan, sum er árvakin og fylgir væl við í øllum málum, sum á onkran hátt kann hava ávirkan á Føroyar og føroyingar.

Ríkisfelagsskapurin
Tað er av stórum týdningi at gera sær púra greitt, at vit eru partur av ríkisfelagsskapinum og eiga tí at virka í felagsskapinum eftir teim lógum og reglum, sum har eru.

Fólkatingsumboðini eiga tí at vera eitt slag av sambindiliði í ríkisfelagsskapinum, soleiðis at m.a. føroysku áhugamálini verða væl og virðiliga lýst á Fólkatingi.

Hetta eigur at verða gjørt hóvliga og við einum ríkisskapsvinarligum tóna, tí so eri eg sannførdur um, at so fáa vit føroyingar tað besta burturúr ríkisfelagsskapinum – tað, sum vit eisini hava rætt til.    

Besta trygd fyri, at hetta verður veruleiki, tað er við einum Sambandsumboði á Fólkatingi.

Ein atkvøða til Sambandsflokkin – hon fer væl!

Magnus Rasmussen
valevni hjá Sambandsflokkinum til Fólkatingið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo