At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Politikkur

Bill Justinussen og Jenis av Rana, tingmenn fyri Miðflokkin, hava sett Poul Michelsen, landsstýrismanni, fyrispurning um luttøku føroyinga á 75-ára hátíðarhaldi í Keypmannahavn fyri, at danir og eisini føroyingar bjargaðu túsundtals jødum yvir til Svøríkis undir seinna heimsbardaga. 

1.     Hví møtti onki umboð fyri Føroyar til hátíðar- og minningarhaldið at minnast danir og føroyingar, sum bjargaðu túsundtals jødum um sundið úr Danmark til Svøríkis undir seinna heimsbardaga?

2.     Visti landsstýrismaðurin um innbjóðingina, og varð hann kunnaður um, at føroyski sendimaðurin í Keypmannahavn valdi ikki at fara til hátíðar- og minningarhaldið?

3.     Hvat heldur landsstýrismaðurin um grundgevingarnar hjá føroyska sendimanninum í Keypmannahavn fyri ikki at fara til hátíðar- og minningarhaldið?

4.     Tekur landsstýrismaðurin nøkur stig til at biðja um umbering fyri, at Føroyar ikki tóku av boðnum og at greiða frá, hví so var?

5.     Heldur landsstýrismaðurin tað hava týdning at minnast og heiðra teir føroyingar, sum vóru við til at bjarga jødum undir krígnum?

Viðmerkingar:
Danska forsætismálaráðið, Ísraelska sendistovan í Keypmannahavn og Mosaisk Samfund í Keypmannahavn skipaðu í oktober mánaða fyri søguligum hátíðar- og minningarhaldi, sum vardi nakrar dagar. Ísraelski forsetin Reuven Rivlin var hjástaddur.

Hátíðar- og minningarhaldið varð hildið fyri at minnast og heiðra tey, sum undir krígnum vóru við til at bjarga túsundtals jødum yvir um sundið til Svøríkis. Tað er alment kent, at eisini føroyingar vóru við í hesum bjargingararbeiði. Millum teir føroyingar, sum higartil eru alment nevndir í hesum sambandi, eru

Karl Nolsøe, Vágur
Elias Johansen, Tórshavn
Mourentius Poulsen, Ljósá
Sigmundur í Dali, Tórshavn
Jens í Dali, Tórshavn

Upplýsingarnar um hesar hetjur koma fyrst og fremst frá teirra familjum og avvarðandi. FF-blaðið hevur millum annað skrivað søguna um Sigmund í Dali, sum var við í donsku mótstøðurørsluni undir krígnum við góðari hjálp frá familjulimum. Felags fyri persónarnar sjálvar er, at teir ikki hava tosað nógv um síni brøgd. Tí er eisini hugsandi, at tað eru enn fleiri føroyingar, sum á onkran hátt hava verið partur av stóra bjargingararbeiðnum.

Forsætismálaráðið sendi innbjóðing til føroyska sendimannin í Danmark at vera hjástaddur hin 11. oktobur 2018 undir hátíðarhaldinum og minningarløtuni í jødisku synagoguni í Keypmannahavn.

Svarið frá sendimanninum var, at hann kundi ikki vera við til hátíðarhaldið, tí hann var staddur í Føroyum, og av tí, at arbeiðsorkan á sendiskrivstovuni er avmarkað.

Tað er álvarsamt, at almennu Føroyar ikki taka av slíkum boði og taka almennan lut í at minnast okkara landsmenn, sum undir truplum og lívshóttandi umstøðum ofraðu seg fyri at bjarga jødum undir krígnum. Tað finnast mangar hetjur, sum eru farnar í søguna, uttan at nakar visti um tær. Men her kenna vit nøvnini á fleiri teirra, sum eru veruligar hetjur, og sum ikki hava fingið tann heiður, teimum burdi verið vístur.

Vegna tey, sum vóru beinleiðis við í bjargingini av jødunum, avvarðandi teirra og fjøld av føroyingum, ið hava tøtt vinabond til Ísraels, átti føroyska uttanríkismálaráðið at sett alt til síðis at verið við til hetta stórfingna hátíðar- og minningarhaldið. Ein landsstýrismaður og hansara sendifólk umboða ikki seg sjálvi. Tey umboða føroyingar og føroysk áhugamál. At hitta ísraelska forsetan, jødiska sendimannin í Danmark og onnur almenn umboð fyri Ísrael hevði ivaleyst verið ein hin mest stórfingna hending, ein føroyskur sendiharri í Danmark kann vera við til.

Í løtuni er eitt arbeiði í gongd við at granska, kanna og kortleggja so nógvar upplýsingar sum gjørligt viðvíkjandi føroyska leiklutinum at bjarga jødum undir krígnum, fyri at tey menniskju, sum settu sítt lív í váða, kunnu fáa tann heiður, tey hava uppiborið og eina minnisplátu í Yad Vashem, Holocaust-savninum í Jerusalem.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo