Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Krutl

Norskur viðmerkjari: Eg hati tað.

Teiehøgda, klokkan 07.55, mánamorgun. Ein stórur BMW yvirhálar á vinstru síðu, ein Tesla floytar aftanfyri, ein Jaguar kemur út á vegin frá síðuvegi. Bilførarin er feitur - og fjøruti. Hann vendur sær ikki eingang ímóti mær. Og tað regnar.

Eg veruliga Hati tað!

Kortini - eg eri ríkari enn eg nakrantíð havi verið. So vælhavandi at eg fái gjørt sum mær lystir. Ein originalan Darwin? Eina ferð til Madagaskar? Château Le Snobb, 1962? Bring it on!

Mat og klæðir havi eg eisini. So hví kókar alt innan í mær av øvund, aggresjón og sjalusi – her eg siti í mínum Toyota Corolla, 1996?

Hetta er eitt pussigt fyribrigdi, og eg eri langtfrá einsamallur. Búskapurin í vesturheiminum ekspanderar. Tey flestu gerast ríkari. So hví fáa vit so ilt í reyvina av at onkur er ríkari enn ein annar? Vit hoyra tað alla tíðina: Gjógvin millum rík og fátæk økist – hevur ongantíð verið størri. Fyri síðani at rista uppgivin á høvdinum.

Hví fokusera vit ikki uppá at vit øll eru á veg í sama rætning? Nevniliga uppeftir. Sjálvt fátækir norðmenn njóta í dag ein vælstand, frælsi, trygd og heilsu, sum knapt var kongaligum unt - fyri nøkrum tíggjuárum síðani.

Eg hugsi at vit helst einaferð enn mugu fara niður í djúpastu kjallarrúmini í mannasinninum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo