Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Lesarin skrivar

Brádliga er allur tíðindaflutningurin um Glasir-málið steðgaður.

Kvirt sum í grøvini.

Ongar dokumentarsendingar, soleiðis sum vit sóu tað undir farnu samgongu.

Eitt nú tá talan var um meirnýtsluna hjá Johan Dahl viðvíkjandi Strandferðsluni.

Ræðslusendingar sum málið um “Anitu”.

Sendingarnar um ríku reiðararnar, sum var lýst við tveimum dokudrama-sendingum.

Málið um nýtsluna av eini millión í CIP-málinum, málinum um Eysturoyartunnulin.

Ella sum vit sóu tað í Tollmálinum hjá Jørgen Niclasen.

Í málinum um Glasir er talan um ólógliga nýtslu av peningi, peningur er nýttur sum løgtingið ikki hevur játtað.

Tað eru tveir ábyrgdarpersónar í sambandi við Glasir-málið, nevniliga mentaráðkvinnan og Løgmaður, sum varaði av Samferðslumálaráðnum, sum varaði av Landsverki, tá nevnda ólógliga nýtsla fór fram.

Hví tagnaði Kringvarpið – fingið munnkurv, ella hvat?

Áhugaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo