Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Hvirlan: Seinastu tvær vikurnar hevur Hvirlan verið uttanlands og kappast í frælsum ítrótti. Undanfarna vikuskifti vóru 9 íðkarir í Íslandi og kappaðust í ÍR-Stórmót og farna vikuskifti vóru 3 við landsliðnum í Malmø. Fyri nøkur var hetta fyrsta kapping yvirhøvur, meðan onnur royna at taka bólkamet og møguliga klára oyggjaleikakrøv.

Børka trý heiðursmerki og bólkamet
Hjá gentum 15 ár eydnaðist tað Børku Berg Jørgensen at gera vart við seg í fleiri greinum. Í longdarlopi leyp Børka 4,51 metrar og vann hon kappingina 24 cm frammanfyri nummar 2.  Somuleiðis vann Børka silvur í 60 rimarenning við tíðini 10,46 sekund og til seinast var kappast í trýstøkk har hon leyp 10,21 cm og vann gull. Í øllum greinum var nýtt bólkamet sett.

Miso Buha leyp seg til eitt gullheiðursmerkið
Hjá dreingum 16 ár vísti Miso Buha at lopini sita væl. Miso kappast í longdarlop og trýstøkk. Í longdarlopi var longsta lopið 5,60. Hetta eru 83 cm longri enn hvat lopið var í fjør. Stóra framgongdin vísti seg aftur dagin eftir, tá kappast var í trýstøkk. Í harðari kapping, har íðkarnir skiftust um at liggja fremst, vísti Miso sanna styrki og trýstøkkaði heilar 13,24 cm. Hetta var júst nokk til at vinna fyrsta plássið og gullheiðursmerki. Lopið var so mikið gott at tað væntaðu einans 6 cm í at klára oyggjaleikakravið. Miso var farna vikuskifti í Malmø, har hann enn einaferð staðfesti styrkina og vann gull í trýstøkk við einum lopið upp á 13,18 cm.

Lýdia føroyskt met í kúluvarpi
Lýdia Poula Simonsen hevur seinastu tíðina víst at hon kann bjóða av í kúluvarpi. Í Íslandi gekk ikki heilt eftir vild, men stoytti hon 4 kg tungu kúluna yvir 10 metrar. Hetta vikuskifti royndi hon seg í Malmø og hesaferð kom meira ferð á kúluna og tók hon 18 ára gamla meti í kúluvarpi tá hon stoytti 10,86 metrar. Lýdia hevur nú bæði met í kúluvar og klingru. Í summar fer Lýdia at verða í oyggjaleikunum.

DM fyri ung er næst
Um ein mánað fara fýra hvirlur at royna seg til DM-u. Hetta verður seinasta kapping í hesari vetrarhálvuni og fyri nøkur allarhelst síðsta roynd at klára oyggjaleikakrøv.

Les meira her, til ber at taka myndir her eisini:

http://www.hvirlan.fo/god-byrjan-uppa-arsins-stormot-ir-i-reykjavik/

http://www.hvirlan.fo/met-og-heidursmerkir-annan-dagin-a-stormot-ir/

http://www.hvirlan.fo/miso-gull-i-svoriki/

http://www.hvirlan.fo/lydia-tok-18-ara-gamalt-foroyskt-met/

Filmar eru at síggja á www.facebook.com/hvirlan

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo