Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Hvíta Húsið boðar frá at tað fer ikki at samstarva í tí sum nevnt verður ein «órættvís» ríkisrættarkanning hjá Demokratunum.

Tað kemur fram í einum átta síður longum brævi til demokratarnar sent í gjár, skrivað av advokatinum Pat Cipollone sum avvísur alla prosessina í Umboðsmannatinginum.

Kongressin kannar um Trump hevur misbrúkt sín leiklut sum forseti, men Hvíta Húsið kemur ikki við sínum íkasti.

«Trump forseti góðtekur ikki at administrasjón hansara luttekur í hesum partíska kanningararbeiðinum undir slíkum umstøðum», stendur millum annað í brævinum.

Les brævið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo