Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Nú flettingin stendur fyri, er hitin í luftini ikki uttan týdning.

Tað hevur verið heldur enn ikki køli hetta vikuskiftið. Men tað verður lýggjari í vikuni sum kemur. Dagurin í dag verður kaldur, og hvítu fjallatindarnir í Vestmanna, sum myndin vísir, og óivað nógva aðrastaðni við, verða hvítir í dag afturat. Men í vikuni sum kemur verður lýggjari, siga veðurstovurnar.

Men, sum so ofta hesa ársins tíð, hevur lýtt veður nógvan vind við sær. Tað verður mest lágætt og upp í ein strúk onkra løtuna, men umleypandi veður við nógvum vindi, serliga seint í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo