Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Mítt tastatur

Hvussu fekk Kringvarpið at vita, at Vága Floghavn hevði keypt ferðaseðlar til SAS umboðini, tá ið tey vóru í Føroyum og hildu tíðindafund í sambandi við at SAS fer at flúgva til Føroya, er spurningur, sum fleiri spyrja.

Hvør hevur likið hesa upplýsingina út hjá Atlantic Airways? verður spurt. Tí tað er bara Atlantic Airways sum sær og veit, hvør keypur ferðaseðlar.

Atlantic Airways hevur ikki heimild at kunna um, hvør er við flogfarinum, tá ið spurt verður, og hevur heldur ikki heimild at kunna um, hvør keypur ferðaseðlar.

Vága Floghavn hevur so ikki kunnað Kringvarpið um keypið av ferðaseðlunum, váttar stjórin í felagnum fyri VP.

So áhugaverdi spurningurin er, sum fleiri seta á Facebook, hvat starvsfólk hjá Atlantic Airways hevur likið hetta út til Kringvarpið. Ella annan persón, sum so hevur likið víðari til Kringvarpið?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo