Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Andøvsløtan/ Óli Breckmann: Eitt útgerðarfelag, Pf Farcod við bústaði á Argjum, eigur flakatrolaran við tí heiðurskrýnda skipsnavninum M/T Enniberg. Tað hevur við væl kenda skipið og trúgvu manning síni staðið sum drangur í dyningi í føroyskari fiskivinnu tey farnu 40 árini.

Lat okkum hyggja at hesum sterka og væl rikna felag, sum sosialistiska landsstýrið man hava valt út saman við mongum øðrum til at skula bløða út niður í landskassan frá 2018.

40 ár er long søga hjá føroyskum reiðaríi. Eisini tá tað grunnbreyt í búskaparódnini í 1990-unum, ið beindi fyri mongum felag og skipum teirra, reið Enniberg áralanga stormin av.

So kann onkur siga, at Enniberg varðveitti sínar kvotur í Barentshavinum, og slapp undan teimum sveiggjum, ið altíð hava merkt fiskiskap kring Føroyar.

Gamaní. Men tað ber eisini til at vera gjøðin vinnuliga og umsita góðar umstøður og inntøkur illa. Tey mistøk hava tey á Farcod og Enniberg ikki gjørt.

Mortan Johannesen (hjá Kaj) eigur Farcod og Enniberg. Í mong ár baksaðu teir við at gera út trolaran Ljósafelli (gamla Enniberg), ið fiskaði uttan fastar kvotur frá túri til túr, frá ári til árs.

Tað mundi vera ein línudansur, ið kravdi gott hegni, fiskieydnu og samstundis varsemi. Part av tíðini mátti Enniberg dekka hall hjá Ljósafelli, so virksemið og arbeiðsplássini kundu halda fram.

Nú er Kaj Johannesen stjóri á Pf. Farcod, so eitt nýtt ættarlið hevur tikið við.

Reiðaríið eigur 2 onnur skip, smáu partrolararnar Jaspis og Ametyst.

Eginpeningurin er 142 mió kr, stak gott fyri eina føroyska fiskifyritøku, har tað ofta er stutt millum bakkøstini við ymskum virksemi, fiskasløgum og fiskileiðum.

Pf. Farcod hevur eini 70 fólk í arbeiði, av teim eru 65 á sjónum og 5 á landi. Tað má sigast  vera ein snøgg og smidlig umsiting, ið stjórin Kaj, Bárður Ljósheim og Hildigunn Johannesen umsita til so stórt virksemi.

Umsetningurin hjá teimum trimum skipunum var 160 mió kr í fjør. Felagið selur sjálvt sína framleiðslu av frystum fiski úr Barentshavinum, undan Grønlandi og úr Irmingarhavinum.

Feski ísfiskurin hjá Jaspis og Ametyst verður landaður í Suðuroy til Delta og TG Seafood. Eisini tað samstarvið ber boð um tvívegis støðufesti og vinnuliga professionalismu á sjógvi og landi.

Í fjør hevði Farcod uml. 160 mió kr í umsetningi og útflutningsvirði, so her er talan um stórt virksemi hjá teimum 70 starvsfólkunum við skipunum.

Í hýrum rindaði reiðaríið 63 mió kr, sum lands- og kommunukassar hava fingið einar 25-30 mió burturav í skatti árliga. Tað man svara til tað, ið ein miðal hampa almennur stovnur ella ein fittur skúli kostar at reka árliga.

Farcod rindaði sjálvt 7 mió kr í partafelagsskatti og tilfeingisgjøldum í fjør.

Einki vinningsbýti varð útgoldið.

Spurdur um felagsins ætlanir frameftir, svarar Kaj, at øll bíða eftir, hvat landsstýrið og samgonga ætla skal henda fiskivinnuni, tá lóggávan verður broytt til nakað, ið eingin enn kennir fylgjurnar av.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo