Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Politikkur

Undir umrøðuni av løgmansrøðuni, brúkti Jørgen Niclasen ein stóran part av sínari talutíð upp á at umrøða hesi 600 óneyðugt settu fólkini í almenna sektorinum.

Nú hugsar tú sum er sjúkrarøktarfrøðingur, námsfrøðingur, hjálparfólk í barnagarði ella vøggustovu, tú sum er lærari ella heimahjálp:

Tað er væl ikki meg hann meinar við?? JÚ tá hann tosar um alment sett,  so eru ikki 600 fólk sett í starv í landsumsitingini. Hetta snýr seg um øll,  sum eru í starvi í tí almenna geiranum sum er: heilsuverkið, almannaverkið, skúlaverkið, barnagarðar og vøggustovur og øll komunalt sett og so sjálvandi øll sum eru sett í landsumsitingini.

Hetta er tykkum hann er úti eftir.

Tit umboðað yvirforbrúkið og oyðslið í Føroyum!

Tað eru tit,  sum skulu standa fyri skotum, tá tað fer at svíða,  sum Jørgen Niclasen so ofta hevur sagt.

Tað er ófatuligt, at tað er nakar sum ikki dugir at síggja andsøgnina í Fólkaflokkspolitikkinum:

Teir lova at bøta um vælferðina í Føroyum og samstundis hótta teir við hópuppsøgnum fyri at spara “oyðslumilliardina”, sum tey alment settu umboða.

Tori at leggja høvðið á blokkin uppá, at Fólkaflokkurin ikki fer at seta so mikið sum EIN eyka sjukrarøktarfrøðing, ikki EIN eyka námsfrøðing, ikki EITT eyka hjálparfólk  ella nakran annan, um teir koma til.

Alt skal fara til skattalætta til hálønarbólkar!!

Signar P. Dam

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo