Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

Í Vágaportalinum nú ein dagin lósu vit, at Almannaráðið hevur sett eitt fólk í starv sum samskipari í javnstøðumálum.

VP vil vera við, at umrødda fólk er útbúgvið kynfrøðingur.

Av tí at starvsheitið kynfrøðingur ikki er at finna í Føroysk Orðabók 2010  og heldur ikki í Sprotanum, verður Vágaportalurin vinaliga biðin upplýsa okkum –  ið vanliga lesa og hoyra tað, ið fer fram úti og heima –  hvussu umrødda frøðiheitið eitur á vanligum føroyskum máli.

Tað kann ikki vera beint, at tað almenna brúkar starvs-og útbúgvingarheiti, sum ikki eru til.

Í nevndu orðabók eru 77 ymisk frøðiheiti teirra milum mannfrøði (antropologi); men kynfrøði og kynfrøðingur er sum sagt ikki teirra millum.

Man kynfrøðingur vera eitt vísindaligt heiti, ið gevur førleika at avgerð kynið: nær vit eru hon, hann ella hvørki?

Kanska Vágaportalurin kann loysa knútin?
 
Vinaliga
Heri Mohr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo