Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

Í samband við útgávuni av bókini, sum Zakarias Wang hevur givið út, nú Skipafelagið Føroyar hevur 100 ár á baki, hevði høvundurin eina áhugaverda talu. Hann tók samanum søguna hjá Skipafelagnum og samfelagnum sum heild hesi 100 árini.

Síðani fór hann inn á sjálvt partafelagið nr 3, sum framvegis er virkið, men byrjaði av nýggjum í 2004,  tá P/F Tjaldur varð stovnað. Hann segði millum annað, at hóast nógv er hent í fíggjarheiminum síðan 2004, og vit hava sæð eina kreppu í 2008, tá allur heimurin rillaði, so ber til at siga, at partafelag nr. 3 í føroysku partafelagsskránni framvegis er til, sjálvt um ognarskapur og virksemi kann broytast á tí fría marknaðinum. Nú virkar tað sum eitt vinnufelag. Hann spurdi so hvussu hevði hildnast síðani 2004:

- Her skal ikki verða farið út í smálutir, men tað er ikki av leið at nevna, at fyrsta íløgan sum Tjaldur gjørdi, var í alivinnuna. Har hevði verið arbeitt við skiftandi hepni í eini tjúgu ár, men 2004/05 var eingin áhugi fyri at gera íløgur í hesa vinnu.

Hvør var so fyrsta íløgan sum Tjaldrið gjørdi? Tað var at seta 20 milliónir krónur í Bakkafrost. Tá aðrir íleggjarar sóu, at Tjaldrið tordi at taka so rívan til, komu teir eisini upp í við smærri upphæddum. Ikki skerst burtur, at hendan íløga hevur gjørt stóran mun í okkara samfelag. Tjaldrið hevur havt nevndarformannin í Bakkafrost síðani.

Eisini kom Tjaldrið við nógvum peningi, tá teir gomlu eigararnir í Vónini ynsktu at selja fyritøkuna. Í tíðini meðan Tjaldrið átti Vónina meira enn fimm faldaðist sølan, og felagið fekk fótafesti í Norra, Danmark og Litavia.

Tjaldrið hevði eisini eitt høvuðslutverk tá Effo var keypt til Føroyar frá Statoil í 2007. Tjaldrið er framvegis virkið í Effo.

Tjaldur setti eisini pening í JT Electric, sum trongdi til nýíløgu, um felagið skuldi halda áfram. Hetta var í 2006 og síðani hevur Tjaldur sett meira pening í felagið. Tjaldur eigur felagið enn, og við tillaging og umlegging av driftini, sær nú út til, at felagið er farið at vinna pening og er eisini komið út um landoddarnar.

Sama er at siga um aðrar íløgur, sum Tjaldrið hevur gjørt, bæði í Føroyum og uttanlands. Felagið hevur goldið vinningbýti, og partabrøvini hava framvegis virði.

Leggjast kann afturat, at partafelag nr. 2 í føroysku partafelagsskránni er eisini enn virkið. Hetta var upprunaliga Dimmalætting, men partafelag nr. 2 í dag er Prentmiðstøðin. Um enn framvegis virki, so virkar tað í heilt øðrum skapi, og við sera lítlum virksemi. Onnur eldri partafeløg eru Havnar Timburhandil við partafelag nr 5,  Bank Nordik við partafelag nr. 10 og sp/f 14, sum meira ella minni misti alt í fíggjarkreppuni í 2008, og hevur sera lítið virksemi í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo