Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Politikkur

Ein av teimum bólkunum í okkara samfelag, ið als ikki fær ta hjálp sum er neyðug, eru neyðtøkuoffur. Hetta er eitt sera álvarsamt evni, og sermerkt av nógvum kenslum, men hóast hetta, so eiga vit at vísa á teir trupulleikar sum eru, og hvørjar møguligar loysnir kunnu betra um viðurskiftini.

Vit hava í dag eingi hagtøl, ið kunnu greiða frá, hvussu støðan er í Føroyum hesum viðvíkjandi. Hyggja vit at tølum úr Danmark síggja vit, at tað í 2018 vóru 5.400 menn og kvinnur sum vóru úti fyri neyðtøku. Av hesum vórðu einans 1.079 neyðtøkur fráboðar, og einans 86 vórðu dømd sek fyri neyðtøku.

Hvat vísa hesi tølini okkum? Tey vísa, at neyðtøka er ein sera stórur trupulleiki, og serliga er tað ræðandi at hugsa sær til, hvussu nógvar neyðtøkur ikki verða fráboðaðar. Orsøkir til, at neyðtøkur ikki verða fráboðaðar, kunnu vera nógvar.

Tað kann sigast við vissu, at neyðtøka eisini er ein trupulleiki í Føroyum - hetta, hóast vit ikki hava hagtøl sum kunnu staðfesta tað.

Vit noyðast tí eisini at staðfesta, at tað er ein stórur feilur av føroysku myndugleikunum, at mann ikki førir hægtøl innan neyðtøkur í Føroyum. Hesi tøl høvdu kunnað varpað ljós á, hvussu umfatandi trupulleikin veruliga er, og givið eina ábending um tølini fyri neyðtøkur eru veksandi ella ikki. Og serliga fyri, at vita, hvussu nógvar verða fráboðaðar.

Men hvussu kunnu vit betri lofta neyðtøkuoffrum?

Neyðugt er, at vit onkursvegna lætta um hjá offrum, at fráboða neyðtøku, og at vit síðani seta tiltøk í verk, sum kunnu hjálpa teimum.

- Hjálparbólkar skulu setast í verk: Tað er púra burturvið, at vit sum framkomið samfelag ikki hava skipaðar hjálparbólkar til tey, ið hava verið úti fyri neyðtøku. Hjálparbólkar skulu alt fyri eitt samskipast, soleiðis at øll tey, ið hava tørv á hesi hjálp, kunnu fáa hana.

- Lættari atgongd til sálarføðingar: Tað er neyðugt, at vit beinanvegin uppraðfesta sálarfrøðisliga økið innan heilsuverkið. Landið eigur, at bjóða hjálp til tey, ið standa í einari av teimum svárastu kreppunum ein kann koma í. Sum eitt framkomið vælferðarsamfelag er tað ikki gott nokk, at einstaklingar standa við einari stórari rokning eftir sálarfrøðisliga viðgerð. Hetta eigur og skal landið taka sær.

Neyðugt er, at vit beinanvegin taka felags tøk, og fáa veitt neyðtøkuoffrum hóskandi tilboð, soleiðis at vit kunnu hjálpa hesum víðari. Eingin borgari skal føla seg gloymdan ella einsamallan.

Tá eg verið valdur á ting, fari eg hvønn dag at arbeiða fyri, at vit fáa eitt samfelag, har vit øll vísa virðing og hjálpsemi mótvegis hvør øðrum.

Heri Danielsen, valevnið fyri Sjálvstýri

X við D

X við Danielsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo