Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Politikkur

Fyrispurningur um taluhjálp, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvussu nógv fólk, verður mett, hava tørv á taluhjálp í Føroyum?

2. Hvussu nógv teirra fáa taluhjálp?

3. Hvørjir taluhjálparmøguleikar eru?

4. Hvør hevur rætt til hjálp?

5. Er møguligt at søkja um taluhjálp, ella hvussu gongur hetta fyri seg?

6. Er sjálvvirkandi veiting ein møguleiki? Tað vil siga, at ein persónur, ið verður raktur av afasi ella øðrum talutarni, fær sjálvvirkið (automatiskt) taluhjáp? 

Viðmerkingar
Tað hevur í mong ár verið frammi, hvussu trupult – ella nærum ómøguligt – tað er at fáa taluhjálp sum t.d. afasiraktur persónur í Føroyum. 

Áhugavert hevði verið at fingið at vita ítøkiliga, hvussu nógv fólk talan er um, sum hava tørv á taluhjálp, hvussu nógv teirra fáa hjálp, hvussu tað verður skipað við at fáa hjálp, hvørjir møguleikar eru, og um tað kann gerast automatiskt. 

Havast má eisini í huga, at familjur, sum koma í tílíkar støður, har tørvur er á taluhjálp, ikki altíð hava neyðugu vitanina ella orkuna til at stríðast fyri hesum. Tí er spurningurin, um tað ber til at fáa hetta sjálvvirkandi, sera viðkomandi. 

Á Løgtingi, 21. juni 2019
Sonja Jógvansdóttir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo