Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

Melda til her.

Nýggjur felagsskapur
Rudda Føroyar er ein nýggjur felagsskapur, sum virkar til frama fyri einar reinar og ódálkaðar Føroyar við at skipa fyri føroysku luttøkuni í Altjóða Ruddingardegnum, World Cleanup Day, sum á fyrsta sinni verður hildin 15. septembur í ár. 

Les meira um Rudda Føroyar her.

Eins og navnið leggur upp til, er málið at rudda allar Føroyar í samhaldsfesti við flest øll heimsins lond, sum eisini verða ruddað sama dag av sjálvboðnum í milliónatali. Á tann hátt standa vit saman um at basa plastdálking.

Plast verður ovurnýtt og misnýtt
Plastdálking er ein stór hóttan ímóti okkara náttúru við neiligum árinum á alt frá æti, hval og sjófugl til okkum menniskju. Ovurhondsstórar nøgdir av plasti enda á sjónum hvørt ár, har tað við tíðini verður til vandamikið mikroplast, sum ferðast upp gjøgnum føðinetið. Men tað nýtist ikki at gerast mikroplast fyri at gera skaða. Plast kann fløkja og drepa sjófugl, kóp, fisk og annað, umframt at fylla magan hjá hesum djórum við tilfari, sum ikki kann sodnast. Í altjóða høpi verður mett, at áleið 12 milliónir tons av plasti enda á sjónum hvørt ár, harav 8 teirra stava frá landi av.

Hetta er í stóran mun tí, at vit misnýta plast til einnýtisendamál, hóast høvuðseginleikin hjá plasti er, at tað er sera haldført. 40% av plastframleiðsluni í Europa fer til einnýtisendamál so sum innpakkning og einnýtisborðbúnað. Plastið, vit framleiða, hevur eina praktiskt sæð óavmarkaða livitíð, og tí er hendan misnýtslan so vitleys.

Rudda Føroyar slóðar fyri einari nýggjari byrjan
Avleiðingarnar síggjast úti í okkara náttúru og við sjóvarmálarar um allan heim. Nú skal vend koma í, og Rudda Føroyar gongur á odda. Men vit hava tørv á tínari hjálp fyri at røkka út til alt landið. Sært tú nógv burturkast í tínum nærumhvørvi so sum ólógligar dumpar, flamingo frá byggivinnu og alivinni, reip og innpakkning, gomul akfør og so framvegis? So kanst tú vera við til, at hetta verður burturbeint, so vit kunnu fáa eina nýggja og reina byrjan í Føroyum. Næsta stigið er so at umleggja til vanar, har nýtslan av plasti verður avmarkað fyri at fyribyrgja oyðsl og dálking við eitt nú bert at nýta plast til høvi, har haldføri hóskar seg.

Tørvur á hjálpandi hondum
Umframt sjálvboðin at rudda, so tørvar okkum samskiparar, ið kunnu umboða Rudda Føroyar úti um alt landið.

Vit mangla serstakliga samskiparar í Eysturoynni og í Suðri, men meira hjálp er kærkomin allastaðnis. Les meira og melda til á leinkjuni niðanfyri: https://airtable.com/shr2shj9WUmtofFWN

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo