Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Lesarin skrivar

Sum børn lærdu vit, at víddin á Danmark var 43.000 km², Ísland 103.000 km², Svøríki var 450.000 km², meðan  Grønland, sum vit plaga at bera okkum saman við, er - ja, come on - heilar 2.200.000 km² til víddar! 

Í meðan vit – søtt og sorgblítt - syngja á stevnum um okkara: Prúða land mítt! Tær sum havið kvøðu ber – um hesar køldu klettarnar, ið einans eru neyðars: 1.399 km² í vídd sambært almenn víddartøl(!). 

Í 1791- 94 teknaðu og mátaðu Chr. Ludv. von Born, kommandantur, og sonurin Bernhard upp kring landið og teknaðu fittar siðsøguligar fólkalívsmyndir.

Í 1895-99 mátaði danska herleiðslan (generalstaburin) máliborðskortini (í máti 1: 20.000) yvir allar Føroyar, og teir komu tá til henda løgna “Irma-prísin”: (nú brúkt av handlum sum FK, SMS ella IDÉ,) sum til víddar taldi bara teprar: 1.399 km²...? 

Og hetta er enn ein 120 ára gamal óreingiligur matematiskur (og nú Google’andi) veruleiki !

Øll hini londini vera við sóma - og prúð við - í bókum talsett við stórum rundum tølum.

Ja, men, fylti ikki Mikkjal Helmsdal og Landsverkfrøðingsstovnurin, ið tá var ein evnaligur útinnandi, ráðgevandi og eftirlits stovnur, ein heilan hóp av havnarøkjum, bátahavnum o.a.m., sum í vatnrøttum høpi áttu at sæst so miriliga aftur? (Talan er jú um vatnrætta vídd, horisontal-projektión, við sjóvarmálan.)

Um generalstabs-garparnir vóru líka fermir í geometriskum kynstri, sum teir royndust okkum málfrøðiliga, er helst ikki kannað til fulnar enn, tað vit vita um. 

Táið tílíkir orðalagsligir dýrgripir sum: Myggenæs (fyri: Mykines), Andefjørd (Dunaldur dunna?) og Lammeæg (Eggin í Lamba) (sparl, kanska?) sóu dagsins ljós.

Men aftur til hetta famøsa talið: 1.399 km². Er hetta hóskandi í dagsins dýra meldri – nú ið okkara høga ting í jólahýri tekur so “stórar beslutningar”?

Vit er jú ein serstøk tjóð (Pól F.). Og okkara innari marknaður er í mennandi mæti.

Pál Joensen (og Jon Hestoy, kom í Guinness, ikki at forgloyma) kappast millum heimsins bestu á tí olympiska blotanum. Tobbi talar toruraddað út yvir hav av røðini á Lítla Dímun.  Carl Johan’skur orðafloymur (uhm-ramsur-rímur-etc.) geislar úr EU-metropolinum: Brüssel. Jonhard díkir á litterera lokomotivið í Vestmanna. Hava fleiri altjóða og ein Talvstórmeistara, Helgi Dam Ziska. Og Todi var í fleiri ár - við sínum vinstra yndisfóti - fremstur í FCK við sínum 67 málum.

Og fólkið ressast nú kring landið til eina komandi framtíð. Við vinnuligari óvissu og løgtingsvali fyri framman. 

Millum óskiljandi skaldaavrik og prísir, soltnar talur og óinspirerandi klummur - meðan tó tann so unniligi “yndisligi sangari Ísraels”, Ingálvur av Reyni, fevnir fløvandi um fólk og landið alt við síni silvurrødd. Og tað er gott. 

Aldri hava vit um lond gjørt so nógv um okkum á altjóða støði sum nú – teir politisku landshøvdingarnir flúgva í tørvi um tann ganska heim - og har taka hesir “stórar beslutningar” við heimsins mongu veldi.

So vit eru als ikki so “for nothing” - gott 50.000 sálir- vænar vestalinnur og leikalindir og gløggir garpar á gosi. Jú, ikki so dårligt, ha?

So, skulu vit tí ikki bara - nú til jóla og uttan meiri háva í sjálvgóðum gávuhýri - runda henda eina tepra ferkilometurin upp til tað - heldur mætari talið: 1.400 km² - ella kanska meir?! 

Arnstein Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo