Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Krutl

Pi er ein sonevndur matematiskur konstantur sum tú brúkar í ymsum sambondum í støddfrøðini.

3,14 er ikki endaliga talið, tað ber til at seta óendaliga nógv tøl aftanfyri kommaið, og í veruleikanum er tað so, at summi fáa ikki nóg mikið av at finna nýggj tøl at seta aftanfyri kommaið í pi, men savnast í klubbum og felagsskapum har alt handlar um pi.

Tá dagurin í dag er útnevndur til altjóða pi dag, so er tað tí at 14. mars skrivast 3/14 í nógvum serliga enskt talandi londum.

Hevur pi og onnur slík fyribrigdi tín áhuga, kanst tú fara á videnskab.dk ella piday.org eftir meira.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo