Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Krutl

Øll yvir 30 ár hava helst hugt seg íkring og endurgivið orðini hjá Roger Murtaugh í filminum "Deadly Weapon": I'm too old for this shit.

Sambært norsku Nettavisen, so hevur ein kanning staðfest, nær vit eru ov gomul til at fara á náttklubb.

Ein kanning millum 5000 vaksin fólk vísur, at 37 ár er magiska talið, tá ið vit menniskju eru ov gomul at fara á náttklubb, skrivar Independent.

Heili 37 prosent av teimum spurdu svaraðu umframt, at "tað er einki meira tragiskt enn at síggja persónar í 40- og 50-áraldrinum sum ballast saman við fólkum í 20-árunum".

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo