Ein bankastjóri er ein maður, sum lænir tær eitt regnskjól tá sólin skínur, men tekur tað frá tær aftur, so skjótt tað fer at regna
- Mark Twain
Útlendis ítróttur

Í kvøld er heimsins kanska kendasta uppgerð, Super Bowl LIII (53) á skránni í Atlanta, Georgia.

Tá bresta Los Angeles Rams og New England Patriots saman á Mercedez-Benz Stadium.

Hetta er dysturin, tá fólk í USA og nærum kring allan knøttin við seta seg frammanfyri skíggjanum við pizza, høsnarungaveingjum, bjóri og sodavatni - og kanska øðrum góðum eisini - at hugna sær og hyggja eftir dystinum, teim mongu lýsingunum umframt tí so kenda hálvleiksundirhaldinum.

Í ár er tað kendi bólkurin Maroon 5, sum stendur fyri hálvleiksundirhaldinum - og hevur hetta elvt til rok.

Bólkurin Maroon 5 er m.a. kendur fyri sangir sum This Love, Moves like Jagger & She will be loved.

Hetta er fjórðu ferð, at St Louis/LA Rams er í Super Bowl - ella í finaluni í amerikonskum fótbólti -, meðan hetta er 11. ferð, at New England Patriots luttekur.

Einki lið hevur verið oftari í Super Bowl enn Patriots.

Patriots er tó ikki liðið, sum hevur vunnið Super Bowl oftast. Hóast Patriots hevur vunnið Super Bowl 5 ferðir, so er tað eitt lið, sum hevur vunnið Super Bowl oftari: nevniliga Pitsburgh Steelers, sum hevur vunnið 6 ferðir.

Tvey onnur lið hava eins og Patriots vunnið Super Bowl fimm ferðir: Dallas Cowboys og San Francisco 49ers.

Rams hevur vunnið Super Bowl einaferð - í 1999, sum St Louis Rams  -, og í hinum báðum finalunum, sum liðið hevur verið í, hevur tað tapt.

Dysturin í kvøld byrjar kl. 23.30, føroyska tíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo